4. december 2011

22. november 2011

Trøllagrein


Var í Fk og keypti mær eina Trøllagrein, so nú er hon hongd upp og pinta, bleiv so hugnalig

Jólahosur






Havi seyma jólahosur til ommubørnini tey vóru glað fyri teir :))

Nissur



Nissur eg havi gjørt í ár

1. november 2011

LP plátir






Keypti mær nakrar LP plátir í endurnýsluhandilinum á Hjalla og prøvaði at koyra tær í ovnin tað riggaði bara væl ógvuliga stuttligt at evna til tá tað er so bleytt.

16. oktober 2011

Teller du àr

”Teller du år, blir livet kort.
Teller du dager, går livet fort.
Teller du timer, varer livet en stund.
Men lengst varer livet om du nyter hvert sekund ...

23. juni 2011

Gummistúvlar


Gamlar gummistúvlar sum eg havi sproyta silvur og planta í ,riggar bara væl

26. maj 2011

Troyggja





Bindi mær ein troyggju úr Sirri 2 tráa garni , haldi hon fer at vera pen, men eg fáði hana ik liuga til eg skal opirerast aftur í vinstru hond ,men tað gert ik við so má hon bíða til eg aftur kann binda

Smart til bøkur


Helt hetta var so smart til eitt barnakamar

8. maj 2011

Heima gjørt





Kunnu tit síggja hvussu tað verður gjørt,  haldi at tað er pent til eitt kamar ella tá ein hevur føðingardag

21. marts 2011

Húgva


Ein brún húgva ,er bundin við hálv patent skjót og nem at binda er úr Drops bók

Eg havi verði í colorama og keypt mær klistur at príða songina hjá okkum

Havi mála mær eina komodu hvíta, hon var træ tað riggaði væl

Húgva




Ja so var ein grøn húgva ferdig,  átti 2 tógv sum passaðu saman í litið so tað bleiv til hesa húgvuna

4. marts 2011

Húgvir



So havi eg aftur verði í húgva dillu, havi bundi 2 hesaferð og eri í fer við nr 3

24. februar 2011

Húgva

Nú er tað blivin til eina bindi dillu at gera húgvur, tað er stuttliga at forma tær sjálv og leggja litir saman.
                                     Havi ein góðan dag

22. februar 2011

Húgva

Havi bundi eina húgvu við einum mynstri út tí føroysku bindibókini

12. februar 2011

Perlur

                        Havi siti og fjasast við perlur.
Tað kom nógv burturúr hettar er næka av tí eg gjørdi, tit koma at síggja meira eina aðruferð, kann ikki avdúka tað enn havi gjørt tað til eitt endamál sum verður næsta vikuskifti ;o))
                              Havi eitt gott vikuskifti

10. februar 2011

Húgva


Ja so var húgvan hjá Sofusi liug, átti eina rest av grávum tógvi, so eg bant honum eina til tá hann fer túrar, hann gongur nógv og viðhvørt er tað naka kalt:o))

4. februar 2011

Ramma

Meiri íblástur!

Smíða ein kassa við nøkrun hyllum og keyp eina myndarammu og líma hana á kantin.

Her sært tú eitt vakurt dømi ! Enjoy ;)

22. januar 2011

Uro



Havi siti og gjørt eina uro úr goggum sum eg havi keypi uppi í 2x3, havi pinta tær við glinsi og pinti, haldi hon er pen, havi hongt hana í vindeyga í stovuni

Bundin kragi

19. januar 2011

Kreativ


Havi siti og gjørt merkið selar og líma nakrar goggur men veit ikki heilt hvat tað blívur til tit fáa at síggja seinri :o))

18. januar 2011

Siti og seyma


Havi siti og seyma,havi gjørt eina blus um og seyma mær posar til smynkur og annað

11. januar 2011

4. januar 2011

Vestur

Ja so bleiv eg ferdig við vestin til Brynhild, hann bleiv ikki jólatrøll :o))