16. februar 2015

Fastalavintsbollar








So eru fastalavintsbollarnir gjørdir, teir smakka himmalst :) havi paffkrem+ein pakka róma í millum teir, blandi paff+róma saman ein pakka av hvørjum, og her hava verði nógvar grílur í kvøld, so stuttligt at fáa besøk :)

11. februar 2015

Jólakúlir








Ja nú eri eg byrja tíliga, men tað var nokso stuttligt at gera, skuldi bara prøva at gera eina aftur í ár, men tað bleiv til nógvar, verður spennandi hvussu nógvar tað vera áðrenn eg blívi troytt at gera tær. :)Eg selji tær fyri 100 kr stk


8. februar 2015

Spolar


Var og keypti mær hann til allar spolarnar, fekk at vit frá einari sum eg var á skeið við, at hann fanst, og ja eg fekk hann niðri hjá Marjum heimá, so nú liggja teir ikki og sløðast allastanið ;).

Leður










Havði verði til leður skeið á Føroya Fólkaháskulanum, skeiði hevði Elin Lindenskov, tað var eitt gevandi skeið, lærdi nógv nýtt, alt sum eg havi gjørt eru úr endur nýtslu leðri, gamlir jakkar sum vera brúktir av nýggjum, tað er so spennandi at skapa av nýggjum:)

Ynski tykkum eitt gott vikuskiftið
Ann


2. februar 2015

Kavi




Vit hava haft nógvan kava í dag, tað hevur kava av møgu í allan dag :)

Uglir

 
Havi og siti og hekla uglir ordiliga stuttligt at evna tær til :)